Virkandi landsliðsvenjari Jógvan Martin Olsen hevur ein heldur tunnan hóp við sær á ferðina til Kypros. Enn ein royndur leikari hevur givið avboð.
Talan er um Allan Joensen, sum vegna skaða ikki hevur verið við í landsliðshitanum í fleiri ár. Orsøkin til hansara avboð er persónlig viðurskifti, sum hava við sær, at evnaríki klaksvíkingurin ikki fær verið við. Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá KÍ.
Allan Joensen sigur seg harmast støðuna, men tað hann var noyddur at geva avboð. Hann vónar, at hetta ikki minkar um hansara møguleikar á landsliðnum framyvir.
Jógvan Martin Olsen hevur sostatt fingið fleiri avboð til hesa ferðina. Aðrir landsliðsleikarar, ið ikki eru við, eru Hans Fróði Hansen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Fróði Benjaminsen, Súni Olsen, Óli Johannesen, Jákup Mikkelsen, Julian Johnsson, Christian Høgni Jacobsen og nú Allan Joensen.