Allan Græt

Oktober

Kenslurnar fingu frítt at fara, tá Allan Simonsen á tíðindafundi segði farvæl við føroysku tjóðina. Seinni í mánaðinum varð greitt, at Luksemburg verður nýggi arbeiðsgevari hansara


 

2. oktober

B68 hevur gjørt avtalu við Frank Skytte um, at hann skal venja besta manslið felagsins komandi kappingarárið.

VB hevur longu tryggjað sær útlendskan styrk til komandi kappingarárið. Talan er um 25 ára gamla jugoslavan, Slobodan Madzar. Eisini er ætlanin, at ein jugoslaviskur álopsleikari skal koma til felagið.

B36 tapir, men fær tó FM steypið í Vági. HB sendir FS Vágar í aðru deild, tá Gunnar Mohr skjýtur sítt 100. mál í fyrstu deild í 8-2 sigrinum. GÍ fær silvur, B68 tryggjar sær bronsu í evstu løtu, og B71 skal spæla móti Skála um upp- og niðurflyting.

Regin Vágadal fer til Afrika, har hann skal luttaka í kappingini um at gerast heimsins sterkasti maður.


3. oktober

Nú hann gevst sum venjari í Føroyum, hevur Tomislav Sivic móttøku í B36-húsinum, har hann greitt sigur frá, hvussu hann hevur upplivað Føroyar og føroyskan fótbólt.


4. oktober

Tað er framvegis ikki greitt, hvørt Allan Simonsen fer at halda fram sum landsliðsvenjari í fótbólti, men væntandi verður avgerðin tikin skjótt.


5. oktober

Føroyska landsliðið fer avstað til seinastu uppgávuna í ár. Eingir skaðar tykjast darva fyririekingunum hjá liðnum.

KÍ-kvinnurnar vinnur fyrsta dystin í Europa-Cup kappingini. Dysturin móti Landhause úr Eysturríki endar 2-1 til føroyameistararnar.


6. oktober

Fyrireikingarnar til landsdystin í Slovenia ganga, sum ætlað, men ivasamt tykist vera, hvør skal avloysa leikbannaðu Julian Johnsson og Fróða Benjaminsen á miðvøllinum.

KÍ hevur gjørt avtalu við Aleksander Djordjevic um, at hesin eisini verður við liðnum komandi kappingarár.


9. oktober

Føroyar tapa landsdystin í Slovenia 3-0. Slovenia verður sostatt nummar tvey í okkara bólki.

Kurt Mørkøre boðar eftir dystin frá, at hann nú gevst á landsliðnum, og samstundis váttar hann fyri fyrstu ferð, at hann er í samráðingum við KÍ um at gerast venjari komandi kappingarár.

Skála vinnur 4-1 í fyrra upp- og niðurflytingardystinum móti B71.

KÍ-kvinnurnar tapa greitt móti italsku og finsku meistarunum.

KÍ vinnur sær rætt til framhaldandi tilveru í aðru deild, tá teir vinna 3-0 á Royn í seinna upp- og niðurflytingardystinum.

Hondbóltskappingin er farin í gongd. Meistararnir úr VÍF hava fri hjá bæði monnum og kvinnum, og rokmiklasta hendingin er í Klaksvík, har Stjørnan vinnur tepurt á Kyndli.


10. oktober

B71 sigur Kára Reynheim úr venjarastarvinum.

AB ætlar sær nú upp í aðru deild, og hevur sett Sámal Erik Hentze sum venjara.


11. oktober

Føroyska U-17 liðið í fóbtolti fer til Sveis, har EM-undankapping er á skránni.


12. oktober

Tá sandoyingar taptu fyri Skála, vórðu klæðini hjá dómaranum tveitt í brúsuna. Tilburðurin er fráboaður FSF.

Kyndil kærir eina avgerð hjá dómarunum í dystinum móti Stjørnuni í Klaksvík.

Í luksemburgiskum miðlum frættist, at har vil fótbóltssambandið hava Allan Simonsen at gerast nýggjan landsliðsvenjara.


13. oktober

TB hevur riggað seg til, nú flogbóltsárið byrjar, og hava tey útlendskan venjara og tveir útlendskar leikarar á liðnum.


16. oktober

Allan Simonsen hevur gjørt av, at hann takkar fyri seg sum føroyskur landsliðsvenjari. Eftirmælini eru frá øllum síðum sera positiv,.

Flogbóltsárið er farið ígongd, og mett eftir fyrstu umførunum eru SÍ og TB favorittarnir hjá ávíkavist monnum og kvinnum

Í hondbóltskappingini vinna neistamenn tepurt á grannunum úr Kyndli, meðan VÍF vinnur hjá bæði monnum og kvinnum.

Skála tapir 1-0, men vinnur samanlagt 4-2 á B71, og er fyri fyrstu ferð í fyrstu deild í fótbólti.

Christian Høgni spælir fyri fyrstu ferð í donsku superliguni, tá hann kemur í 2-0 sigrinum hjá Esbjerg á OB.

Talvkappingin fer í gongd, og fyrsta umfarið er bert talan um favorittsigrar.


17. oktober

HSF hevur sett danan, Lars Nedergaard, í starv sum venjara hjá manslandslinum í hondbólti. Ætlandi skal Jónleif Sólsker venja kvinnurnar, men hetta er ikki endaliga staðfest.

Nýggja felagið í fyrstu deild, Skála, hevur gjørt avtalu við Mathias Davidsen um, at hann skal verða venjari komandi árið.


19. oktober

Føroyska U-17 liðið spælir 1-1 ímóti Wales, og skal nú spæla um at vinna seg víðari í kappingini.

VÍF líkist aftur í ár einum favoritti, tá bæði menn og kvinnur vinna trygt á StÍF.

Hanus og Bartal Elieasen úr Fuglafirði fara til Zwolle at royndarvenja.

Helgi L. Petersen og Óli Hansen, sum seinastu tvey árini hava spælt við GÍ, fara nú aftur til barndómsfelagið, NSÍ.


20. oktober

Ikki eitt eyga er turt, tá ein grátandi Allan Simonsen takkar fyri seg á tíðindafundi í FSF-húsinum.

Í kappingini í manshondbólti vinnur Neistin triðja dystin í slag við einum máli, tá Tjaldur vitjar í Havn.


23. oktober

Fram vinnur oddadystin í flogbólti móti SÍ, og eru nú á odda í meistaradeildini hjá monnum.

Komandi ár fara Føroyar at spæla landsdyst móti Polandi og Íslandi.

Í hondbóltinum halda liðini hjá VÍF á at vinna, men Stjørnan og Neistin tykjast eisini ætla sær at gera mótstøðu.


24. oktober

Allan Simonsen boðar frá, at hann fer at gerast venjari hjá Luksemburg.

Molde vil broyta leiguavtaluna við Jákup Mikkelsen til ein veruligan sáttmála.

U-19 landsliði í fóbtólti fer til Eysturríkis, har teir skulu royna seg móti Skotlandi, Slovenia og Grikkalandi.


25. oktober

Fleiri tykjast at vera um boðið, at fáa Jákup Mikkelsen at verja málið, men enn hevur landsliðsmálverjin onga avgerð tikið.


26. oktober

Føroyska U-19 landsliðið taptir 2-1 fyri Skotlandi, og í føroysku leguni iðra teir seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa stig.


27. oktober

Ein ábending um ein komandi meistara fæst kanska, tá VÍF og Stjørnan bresta saman í Vestmanna.

Í flogbóltskappingini hava oddaliðini, TB og Fram, frí hetta vikuskiftið.


30. oktober

Jákup Mikkelsen tekur ikki av tilboðnum, sum Molde hevur givið honum, og fer nú at leita eftir nýggjum felagi. Molde missir annars møguleikan fyri europeiskum fótbólti í seinastu minuttunum av tippeliguni.

B71 og GÍ hava fingið bót frá FSF fyri atgerðir, sum eru gjørdar móti dómarunum undir heimadystum teirra.

VÍF vinnur oddadystin ímóti Stjørnuni, og í Havn staðfestir Neistin støðuna sum avbjóðari hjá monnunum, tá teir vinna grannauppgerðina á H71.

Gallakvøld verður skipað fyri fótbóltsleikarunum, og Fróði Benjaminsen og Kristian Eyðbjørnsdóttir verða kosin sum ársins leikarar.

Føroyska U-19 liðið tapti fyri bæði Grikkalandi og Slovenia, men serstakliga iðra teir seg um tapið móti Slovenia, har Føroyar høvdu hópin av møguleikum.


31. oktober

Í Klaksvík er aftur galið við vøllinum, sum ikki er førur fyri at standa ímóti nógva regninum, sum hevur verið um vikuskiftið.