Allan er greitt á odda

Um vikuskiftið vórðu trý umfør í liðkappingini í Bridge leikt

Trý umfør í liðkappingini í bridge vóru leikt í Bridgehúsinum í Havn um vikuskiftið.
Í 1. deild hevur liðið hjá Allan Dal- Christiansen fingið eina rættuliga greiða leiðslu, meðan føroyameistaraliðið frá í fjørð, Bogi Simonsen er nr. 2, liðið hjá Dia Petersen er nr. 3.


Støðan í 1. Deild:
1Allan Dal-Christiansen179,5
2Bogi Simonsen158
3Dia Jacobsen151
4Gunnar Mouritsen92
5Jóna Grunnveit63,5
6MBM52



Í 2. Deild er liðið hjá Hallur Ellingsgaard á odd við 143 stigum. Tað eru tó heili trý lið, ið mangla at leika ein dyst, so støðan í 2.deild má sigast at vera jøvn. Útsettu dystirnir verða leiktir í Klaksvík í apríl.

Støðan í 2.Deild:
1Hallur Ellingsgaard143
2Ingolf S. Olsen120
3Jórun Johannesen116
4Óli Holm102
5Marita Krosstein83
6Sámal P. Johannesen0


Í 3. deild hevður liðið hjá Marjun Restorff lagt seg klárt á odda og verður tað sera torført hjá liðinum hjá Jákup Egholm, at heintað Marjun aftur.

Støðan í 3.Deild:
1Marjun Restorff154
2Jákup Egholm119
3Rógvi Nielsen75
4Mortan Thomsen



Spæl


At Bridge ástøði og meldingar eru nógv broyttar seinastu tíðina, eru tað ikki nógvir bridgeleikarar, sum eru ósamdir við mær í. Ein av teimum stóru broytingunum er í sperrimeldum.
Spælið er frá dystinum í 1.deild millum liðið hjá Gunnar Mouritsen og Boga Simonsen.

S/-
EKDB3
E
KDB10
EB10
54109876
B1096KD874
9537
K75263
2
532
E8643
D984

Norðan opnar sjálvandi við 2 kl, ið lovar góð kort, Bogi Simonsen meldar nú 2hj inn, sjálvt um hann hevur ein 5lit í spar. Pól Joensen, sum sat sunnan, doblar fyri at vísa punktir. Nú meldar Símin Lassaberg, ið sat vestan 4 hj !! eitt framúr gott og sperrandi meld. Eyðun Jakobsen, ið sat norðan, valdi at dobla, hann skuldi kanska heldur melda 4 sp, men tað er ikki upplagt. Pól segði pass til doblingina frá makkaranum, hann hevði jú singul spar og trý lit í hjartara. 4 hj fór tríggjar niður og mótparturin fekk 500. Hetta gav tó ikki nógv til mótpartin, tí við hitt borðið spældi N/S seks rút við 13 stingum, 11 imp heim.



Føroya Bjór Simultan
Árliga Føroya Bjór Simultan kappingin í Bridge, verður leikt leygardagin 29. januar kl. 14:00. Kappingin, ið er tann stórsta og best umtókta kappingin, sum FBS, sera væl stuðla av Føroya Bjór, skipar fyri, verður leikt kring alt landið. Spælt verður í Havn, Vágunum, Vági, Eysturoynni og ikki minst í Klaksvík.
Kappingin er soleiðis skipað, at leikt verða somu spøl á øllum spælið støðunum. Ein vinnari verður sjálvandi fyrst funnin á hvørjum spælið stað sær, síðani verður gjørt upp fyri alt landið og ein samlaður vinnari verður soleiðis funnin.
FBS væntar aftur í ár eina sera stóra tilmelding til kappingina.

Mynd: Símun Lassaberg
Um vikuskiftið verður stóra Føroya Bjór simultan-kappingin leikt