Allan er danska fótbóltslegendan við vánaligastu venjarahagtølunum

Danska Tipsblaðið hevur gjørt eitt yvirlit yvir hvussu níggju tær størstu fótbóltspersónligheitirnar í Danmark hava klárað seg sum venjarar

Savnsmynd frá 1994

Vit í Føroyum halda, at Allan Simonsen gjørdi tað framúr eftir umstøðunum, tá hann var føroyskur landsliðsvenjari millum 1994 og 2001. Vit vunnu allar dystir móti javnlíkum, fingu javnleikir móti sterkari liðum, og góvu nógvum góðum liðum skarpan gang í teprum tapum. 

 

Men sambært danska Tipsblaðnum, ið hevur gjørt eitt yvirlit yvir hvussu níggju tær størstu donsku fótbóltspersónligheitirnar hava klárað seg sum venjarar, so hevur Allan Simonsen gjørt tað slakast av øllum donskum fótbóltspersónligheitum, ið hava roynt venjaraleiðina.

 

Tipsblaðið skundar sær tó at leggja aftrat til verju fyri Allan Simonsen, at hann var venjari hjá bæði Føroyum og Luksemborg. Hvør skal siga?

 

Morten Olsen er danska fótbóltspersónligheitin, ið hevur gjørt tað best sum venjari. Michael Laudrup hevur gjørt tað næstbest. 

 

HER er spennandi yvirlitið hjá Tipsblaðnum:

 

 

 

VENJARISigrar sum venjari (í prosentum)Tíðarskeið sum venjariFeløg/LandsliðDystir sum venjariSigrarJavnleikirTap
Allan Simonsen13,48 %1991-2014489121364
Søren Lerby29, 41 %1991-1992117557
Morten Wieghorst39, 93 %2005-433813592111
Kent Nielsen40, 83 %2000-5774316183275
Kasper Hjulmand 42, 13 %1998-435615083123
Richard Møller Nielsen44, 44 %1962-2003999442728
Jon Dahl Tomasson46, 64 %2011-42231044673
Michael Laudrup48, 09 %2000-20187445214107125
Morten Olsen50, 24 %1990-20154418210106125

 

 

 

 

 

Savnsmynd frá 1994