Allahalganarkonsert í Vági

Kirkjan var nærum fullsett á árligu afturvendandi heystkonsertini hjá

kirkjukórinum Ljómi. Kórið var stjórnað av Cindy Mensonides

Sunnudagin 2. november var konsert vi kórinum Ljómi í Vágs kirkju. Sigast

má, at Ljómur telist millum bestu kór í landinum, ikki minst tá talan er um

siðbundnar kórsatsir við føroyskum og annars norurlendskum sálmum og sangum.

Kórið hevur eisini sungið størri, samanhangandi verk.


Á jólum í 2002 góvu tey út fløgu við føroyskum tilfari. Her vísti kórið sína

dygd, bæði tá tað snýr seg um intonatión (ta at syngja reint), klang, dynamikk og rútmiska præsisión. Tað er ein fragd at hoyra hesa fløgu. Ein verður í góðum lag.


Ein succes kann blíva ein høvdapúta. Tað er ikki hent hjá Ljómi, heldur

hinvegin. Kórið hevur dugað væl at arbeitt móti betri góðsku. Tey eiga í Suðuroy

góðar, entusiastiskar sangarar. Hetta er ikki nokk. Har má onkur til at

leggja teimum lag á. Hetta er ikki sum at siga tað. Tað rætta fólkið skal

finnast, um ikki úr Føroyum so úr útlandinum. Hetta kostar, so pengar skulu

fáast til vega. Hetta hava kórlimirnir í Ljómi til teirra stóra rós, dugað

væl. Kórleiðarin á fløguni er Johannes Rahe, kendur kórleiðari og kantor í

Osnabrück dómkirkju í Týsklandi. Hann kom við millumbilum til Føroya at

fyrireika og standa fyri upptøkunum til fløguna. Honum til hjálpar var

danski organisturin Dorte Tilman, sum javnan kom til Føroyar at venja við

kórinum. Tá fløguprosjekti var liðugt, helt Dorte fram at koma o.u. eina ferð

um mánaðin.


Síðst, men ikki minst, hava tey nú burturav hálendsku hjúnini Cindy og Lars

Mensonides, sum eru tónleikalærarar í Suðuroy. Tey hava urgu, klaver, sang og

kórleiðslu sum síni umráði. Hetta var funnin fressur. Ta sýnist sum at Cindy og Lars kunnu halda støðinum uppi og byggja víðari uppá tað, sum Johannes Rahe og Dorte Tilman hava

upparbeitt.


Kórið fyllir skjótt 60 ár og hevur tí nógv ár á baki undan fløguni. Ein av

kendastu føroysku kórleiðarunum, Jóannes Nolsøe, sjálvur ættaður úr Vági,

stjórnaði í nógv ár Ljómi. Hann hevur eisini sín stóra leiklut í, at kórið er

so gott, sum tað er.


Aftur til konsertina sunnudagin


Høvuðsverkið á skránni var »Die Sieben Worte Jesu Christi am Kreuz«, also Jesu sjey or á krossinum« av Heinrick Schütz. Hann var føddur í 1585, also 100 ár áðrenn Bach og Händel. Meðan hesir vóru barokktónaskald burturav, var Schütz frá tíðini, sum førdi til barokkin. Hann var ikki sum barokktónaskaldini bundin av tí protestantisku messuni, men uppbygdi síni verk sum eitt forteljandi drama, í hesum førinum um jesu krossfesting á Golgata. 


Verkið er uppbygt soleiðis:

Introitus: Kór, Symphonia 1: Hetta er instrumentalur satsur, her framførdur á urgu. Sjálv gongdin: Hendan veður framførd av sjey solistum. Symphonia 2. Urga. Conclusio: Kór.


Sum sæst er kórparturin ikki so stórur, einans tveir satsir. Teir vóru sera

vakurt sungnir. Hetta er polyfonur tónleikur, t.v.s. at allar fýra røddirnar

hava líka rætt. Tær snúgva seg rundan um hvørja aðra og er tað tí torført at fáa at rigga. Hetta gekk uppá stás. Høvusparturin, sum eg her havi kallað »sjálv gongdin« var framførd av sjey solistum. Teir vóru sopranar: Siri Stenberg og Jórun Petersen. Altur: Karin H. Brattaberg. Tenorar: Arnfinnur Thomassen, Kristian Holbæk og Henning Henriksen. Bassur: Sigmundur Olsen.


Tað imponerandi var, at allir solistarnir syngja dagliga við í kórinum. Var

hetta t.d. eitt danskt kór, lat okkum siga Korsbæk Kammerkor, ja so vóru

solistarnir professionellir sangarar frá eitt nú operuni í Keypmannahavn.

Solistarnir í Vági hava ótrúliga fínar røddir og kláraðu teirra leiklut væl.

Sum vera man hoyrdist tó, at tey manglaðu solistiska venjing yvir longri

tíðarskeið. Tann, sum hevur vant við solistunum er Susanne Brattaberg. Sjálvt um Susanne ikki býr fast í Vági, so hevur hon so fast tilknýti tann vegin (gift við Rúna Brattaberg), at kórið helst fær stóra nyttu av hennara

ekspertisu.


Umframt H. Schütz sang kórið tríggjar sálmar, nevnuliga Himnafaðir vár, vit

biðja. Eg vil mínum Harra prísa og at enda Kom friður av himni.


Præludium og postludium var spælt at Lars Mensonides. Tað var ávikavist

præludium í e-moll og præludium og fuga í g-moll, bæði av Nicolaus Bruhns.


Lars spældi eisini Symphonia 1 og 2 og annars alt fylgispælið til »Die Sieben Worte Jesu Christi am Kreuz«. Fylgispælið var spælt upp á gomlu urguna frá uml. 1872, sum nú stendur har frammi í kirkjuni. Urgan er sett í fínasta stand, og er hetta eisini kirkjukórinum Ljómi fyri at takka. Tað var ein fragd at hoyra Lars spæla.


Tríggir felagssálmar vóru eisini sungnir, har tann eini er afturvendandi ár

undan ári, nevniliga »Nú hvítna tindar fjøllum á«. Alt í alt ein fín

uppliving í Vágs Kirkju hetta illfýsna heystkvøldið hin 2. november 2008.


Árni Hansen