Sunnukvøldið 2 november klokkan 18 fer Kirkjukórið Ljómur at hava árligu Allahalganakonsertina í Vágs Kirkju Kirkjukórið Ljómur hevur arbeitt stóran part av árinum við verkinum ?Die sieben worte Jesu Krist am Kreutz? eftir Heinrich Schutz. Hetta er eitt stykki fyri kór, solistar og urgu. Cindy Mensonides hevur vant kórið í heyst, og fer hon eisini at stjórna til konsertina. Kórið hevur eisini fingið sangfrálæru frá Súsonnu Brattaberg í samband við arbeiðið við kórverkinum. Lars Mensonides spælir urgu til verkið, umframt at hann fer at hava urgufylgispæl til felagssálmarnar.
Kirkjukórið Ljómur syngur eisini føroyskar sálmar á konsertini, umframt at offurgongd verður til sálmin ?Nú hvítna tindar? sum siður er til Allahalganakonsertina í Vágs Kirkju
Í Kirkjukórinum Ljómið eru áleið 25 sangarar úr allari suðuroynni.