Fanatiskir muslimar í Danmark eru ovurefgnir um, at Naser Khader misti sætið í Fólkatinginum á valinum hósdagin. Tað dylja teir ikki á Facebook.
-Guð hevur hoyrt okkara bøn. Tú ert úti og í Helviti, stendur í einari heilsan.
-Soloeiðis ert tað, tá ein heldur við fíggindunum hjá profetinum. Hatta er lagnan hjá einum vantrúgvandi. Vit biðja eftir, at vit ikki hoyra frá tær aftur, skriva onnur.
Men Naser Khader, sum gjørdist offur fyri tí stóra skrædlinum hjá Konservativa Fólkaflokkinum, ætlar sær hvørki at tiga ella at gevast í politikki.
-Ja, nú fegnast islamistarnir um, at eg ikki varð afturvaldur. Og so hatta tvætlið um, at Allah hevur revsað meg. Men eg sigi teimum, at teir sleppa ikki undan mær. I'll be back, sigur Naser Khader við B.T.
-Eg fari at siga mína hugsan, sama hvar tað er. Tað eru ov nógvir innflytarapolitikarar, sum smikra fyri islamistunum, sigur fyrrverandi konservativi fólkatingsmaðurin.