Allah mælir til tolsemi móti øllum

Føroyska Amina, ið hevur konverterað til islam, harmast um viðgerðina av islam

Amina Poulsen er búsitandi í Danmark og starvast sum lærari, men hon er ikki eins ílatín og flestu aðrir føroyingar í Danmark. Hon er í einum síðum kjóla, við longum ermum, umframt einum turriklæði, sum fjalir háls og høvd hennara. Einans andlitið og hendurnar eru sjónlig.

- Eg havi tikið Guðs orð í Koranini til mín, sigur hon. Tað er eitt krav, at kvinnur fjala kroppin hjá sær, men eg kenni meg frælsa at vera ílatna soleiðis, og eg havi fulla virðing fyri øðrum muslimskum kvinnum, ið ikki fjala sín kropp á sama hátt sum eg geri. Tað er upp til ein sjálvan at avgera. Islam er fyri meg ikki bert ein átrúnaður - tað er ein liviháttur. Tað er partur av øllum, sum eg geri í gerandisdegnum, sigur Amina Poulsen.

 

Tolsemi er eisini nakað, sum hevur stóran týdning fyri Aminu Poulsen, og hon er kedd um, at nógv hava fingið eina fatan av, at islam ikki rúmar hesum tolseminum. Hetta er nakað, sum hon fyrst og fremst sær aftur í fjølmiðlunum og vaksandi evropisku undirtøkuni fyri víðgongdum politiskum flokkum, ið vilja herða útlendingalóggávur.

- Teir fáu ekstremistarnir, ið fremja yvirgang, fáa stórt rúm í fjølmiðlunum. Hóast talan bert er um fáar minuttir í senn, so verður gjørt hyggjaranum greitt, at yvirgangsatsóknin er framd av víðgongdum islamistum, og sostatt verður brádliga vanligt hjá fóki at seta øll tíðindi um yvirgang og sjálvmorðsbumbur í samband við islam. Av tí sama koma nógv fólk ikki at kenna islam á nakran annan hátt enn myndina, sum tíðindaflutningurin teknar av muslimum, sigur hon.

 

Les alla samrøðuna við Aminu Poulsen í Sosialinum frá mánadegnum.