2. november eitur »Alla sálna dagur«.
Umleið ár 1000 kemur í tann siður at halda minningardag fyri øll, sum farin vóru, og ikki bara fyri halgimennini.
Um hendingar 2. november kann sigast:
1889 North Dakota og South Dakota verða ávikavið statur nummar 39 og 40 í USA
1930 Haile Selassie verður krýndur kongur av Ethiopia.
1955 Amerikansku granskararnir, Carlton-Schwerdtog Schaffer finna ta virusið, sum ger polio.
1960 Penguin Books verða fríkend fyri at hava útbreitt porno við útgávuni av Lady Chatterleys Lover
1963 Amerikanskir fornfrøðingar finna spor av víkingum í Norðuramerika frá umleið 500 ár fyri Columbus.
1977 SMS í Havn læt upp á fyrsta sinni.
1988 Ta fyrsta telduvirusið, Morris, verður sent í umferð av einum lesandi á Cornell University, Robert T. Morris. Virusið spreiðir seg til fleiri túsund teldur kring heimin.
1992 Fíggingargrunnurin frá 1992 verður stovnaður.