Alla halganna dagur

»Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; og hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja; trýrt tú hesum?« Johs. 11, 25-26.

 

Tað eru mong, sum í hesum døgum sita og gráta sáran um ein ella fleiri av sínum elskaðu, sum deyðin á ein ella annan hátt hevur tikið í sín kalda favn, saknurin er so ómetaliga stórur, alt er so tómt og vónleyst, tá ein av okkara verður tikin frá okkum, vit duga so illa at taka tað at deyðin hevur gjørt innrás í heim okkara, og hevur slitið tey eymastu bond, sum knýttu okkum saman her í lívinum.

Hesi orðini, sum omanfyri standa, eiga vit at leggja okkum í geyma, tí tað er Jesus sjálvur, sum sigur tey við Martu eftir tað at bróðir hennara var deyður; tað sum Jesus sigur er altíð álítandi. Tað er øðrvísi við okkum, vit kunnu siga eitt í dag og so nakað heilt annað í morgin. Lati hesi orðini verða tykkara stóra troyst, sum mist hava, tey kunnu bera tykkum uppi í døgunum, sum liggja fyri framman.

Øll tey ríku minnini, vit eiga eftir tey, vit hava mist, eru dýrabar, ja, so dýrabar, at tey eru ljósglottar á vegi okkara yvir lívsins hav, til vit einaferð sjálv leggja árarnar inn. Gud gevi at vit ein dag standa frí og frelst heima í Himli, og tað gera vit, um vit líta á tað, sum Jesus hevur gjørt fyri okkum við sínum deyða á Golgata krossi og uppreisn páskamorgun. Tað gevst eingin onnur atgongd til ævigt lív, enn tað sum Jesus hevur gjørt fyri okkum; líta vit á tað, so koma vit á mál, og hetta er eisini besta troyst, sum Jesus ikki bert bjóðar Martu, men eisini vil bjóða øllum tykkum, sum í dag sita niðurtyngd av sorg og sakni.

Eftir hetta sá eg, og sí, stórur skari, sum eingin var førur at telja, av øllum fólkasløgum og ættum og tjóðum og tungumálum; teir stóðu frammi fyri hásætinum og frammi fyri lambinum, skrýddir í longum hvítum klæðum, og høvdu pálmagreinar í hondunum; og teir rópaðu við harðari reyst og søgdu: »Frelsan hoyrir Gudi várum til, sum í hásætinum situr, og lambinum«. Og allir einglarnir stóðu rundan um hásætið og hinar elstu og hinar fýra verurnar, og teir fullu niður fyri hásætinum á andlit síni og tilbóðu Gud og søgdu: »Amen! Signingin og dýrdin og vísdómurin og takkargerðin og heiðurin og mátturin og kraftin veri Gudi várum um aldur og allar ævir! Amen«. Og ein av hinum elstu tók til orða og segði við meg: »Hesir, sum skrýddir eru í teimum longu, hvítu klæðunum, hvørjir eru teir, og hvaðan eru teir komnir?« Og eg segði við hann: »Harri mín, tú veitst tað«. Og hann segði við meg: »Hetta eru teir, sum komnir eru úr trongdini miklu, og hava tvigið klæði síni og gjørt tey hvít í blóði lambsins. Tess vegna eru teir frammi fyri hásæti Guds og tæna honum dag og nátt í templi hansara; og tann, sum í hásætinum situr, skal tjaldra yvir teir. Ikki skulu teir longur hungra, og ikki skulu teir heldur longur tysta, og ikki skal heldur sól brenna teir, ikki heldur nakar hiti; tí at lambið, sum er fyri miðjum hásætinum, skal røkta teir og leiða teir til lívsins vatnkeldur, og Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra«. Op. 7, 9-17.

Hetta er tað lyfti, sum ein og hvør eigur sum lítur á tað, ið Gud hevur givið menniskjum til frelsu, nevniliga Jesus Kristus. Gud troysti tykkum øll, sum mist hava; friður veri við minninum um tey, sum farin eru. Guds friður veri við okkum øllum. So vil eg enda við einum Alla halganna sálmi, sum eg havi yrkt til Alla halganna dag 2001.



Alla halganna sálmur



Lag: Nú hvítna tindar fjøllum á. Bf. 261.


Alvaldi Gud hann gevur her,

í síni ríku náði;

alt tað oss tørvar her í verð,

lov, tøkk og prís hann fái.


Várt lív á fold ein byrjan er,

til ævigt í Guds ríki;

og tað er Jesu sáttargerð,

hon aldri frá oss víki.


Ein frelstur skari himni á,

nú prísar Gudi góða;

at hann tey frelsti syndum frá,

frá teimum tøkk man ljóða.


Tey eru har Guds einglum lík,

og syngja øll av hjarta;

nei, aldri fanst ein gáva slík,

sum náði Guds hin bjarta.


Gud gevi okkum heim at ná,

við Jesu offurdeyða;

so okkar? kæru vit har sjá,

oss tváar blóðið reyða.


Ein dag so fara vit úr verð,

her slær ei meir várt hjarta;

tá verjir oss Guds sáttargerð,

og náðarsólin bjarta.

???????????????????????



Kjartan Stakksund