All That Rain leggur til brots aftur

Væl umtókti rockbólkurin fer nú aftur at spæla til dans og konsertir. Nýggjur sangari er komin við í bólkin, og teir eru fullir av orku, nú teir leggja til brots aftur

1. mars fer All That Rain at spæla aftur alment, og tað verður við einum nýggjum sangara. Pól Arni Holm, sum var sangari í Týr, er farin upp í All That Rain, og harvið eru teir nú fýra tónleikarar í bólkinum.
Fyrsta framførslan við Pól Arna verður nú leygarkvøldið, tá ið All That Rain fer at spæla til árliga grýludansin í ítróttarhøllini á Kambsdali.
? Pól Arni passar óvæntað væl til bólkin. Hann er sera nærlagdur og seriøsur, og hann fer at geva bólkinum nakað heilt nýtt. Hann kann syngja alt frá vøkrum balladum til harðan rock. Vit eru bergtiknir av honum og hava ongantíð áður verið so spentur upp á bólkin, sum vit eru nú.
Soleiðis siga hinir tríggir tónleikararnir, sum eru við í All That Rain um nýggja sangaran. Teir eru Hans Ravnsfjall, sum spælir gittar og syngur, Henning Nicodemussen, sum spælir trummur, og Jens Tummas Ness, sum spælir bass.
Nýtt lív
All That Rain er kendur sum ein vælspælandi bólkur, sum fevnir breitt, tá ið talan er um tónleik. Teir spæla bæði sangir hjá sær sjálvum og sangir hjá øðrum, og nú nýtt lív er komin í bólkin, eru teir farnir at hugsa um at spæla eina nýggja fløgu inn.
Men fyri fyrst verður talan um framførslur til dans og konserttiltøk kring landið.
1. mars spæla teir á Kambsdali og 8. mars eru teir í Royn-høllini í Hvalba.
Tað er rættiligur gravgangur eftir at fáa All That Rain at spæla, og tí verður ivaleyst møguleiki at hoyra teir til onnur tiltøk kring landið seinni.
Tað ber til at frætta meira um bólkin og komandi tiltøk á heimasíðuni www.allthatrain.com