All That Rain í Klaksvík

Tiltikni bólkur All That Rain verður nú aftur savnaður – og hesaferð verður tað i Klaksvík.

 

Orsøkin til hetta er, at Club 700 í Klaksvík verður trý ár, og hava valt at hátíðarhalda dagin saman við All That Rain.

 

Club 700 hevur gjørt nógv um seg seinastu árini. Okkurt er á skránni nærum hvørt vikuskifti, og livandi tónleikur, stripptease og annað undirhald hevur merkt dansistaðið – og sanniliga eisini Klaksvíkina.

 

Nú hevur Club 700 føðingardag, og hetta skal hátíðarhaldast við livandi tónleiki frá All That Rain, og við góðum tilboðum hetta kvøldið.

 

Tað er fríggjakvøldið, at tiltakið er á skránni, og aftrat All That Rain verður DJ-X á ovaru hæddini.

 

Tú kanst lesa meira um føðingardagin hjá Club 700 á Facebook síðuni her:

 

www.facebook.com/profile.php