Leygardagin verður enn ein føroysk regatta á skránni í Danmark. Hesaferð er tað Ishøj regatta sum er á skránni, og tað inniber eitt nú tónleik frá All That Rain.
Tað er í ár 25 ár síðani, at fyrsta Ishøj regattaðin var hildin, og tað merkir, at fyrireikarar nú hátíðarhalda 25 ára dagin við einari serstakari skrá.
Gunnar Nolsøe setur stevnuna leygardagin klokkan 13.00, og síðani byrjar kappróðurin klokkan 14.00.
Um kvøldið verður livandi tónleikur við All That Rain. Bólkurin er júst byrjaður at spæla saman aftur, og manningin er nú Rókur J. Jakobsen, Jóhan Ziskason, Kristoffer Mørkøre og
Henning H. Nicodemussen. Haraftrat verður tónleikur við bólkunum The Fix og Hans Jacob & Vinmenn.
Tú kanst lesa meira um tiltakið og um skránna á Facebook síðuni hjá tiltakinum, sum er at finna her: