All That Rain stendur fyri undirhaldinum, tá ið Rex komandi leygarkvøld bjóðar til FM dans.
So er fótbólturin við at verða liðugur og tann stóri FM dansurin er á skránni í Rex. Hesaferð er tað eingin annar enn All That Rain, sum stendur fyri tónleikinum.
All That Rain er kendur sum ein sera góður poppbólkur, sum spælir egnan tónleik, og annars góðan dansitónleik. Bólkurin hevur ikki verið á palli í mong ár, men nú verður aftur tónleikur at hoyra frá vælumtókta bólkinum.
Lagt verður upp til eitt serligt kvøld í Rex, har nógv verður gjørt burturúr.
Eitt nú hevur Rex leigað tvær limosinir hjá Jari Lykke og tey fyrstu, sum keypa atgongumerki í forsølu kunnu skriva seg upp á Facebook síðuni hjá Rex, har fleiri upplýsingar eru um tiltakið.
Sunnukvøldið verður fótbólturin eisini settur í hásæti, tá ið Rás2 bjóðar til fótbóltsgalla á Hvonn, har tey bestu frá fótbóltsheiminum í ár verða heiðraði.