All That Rain aftur í Kagganum

All That Rain hevur í nógv ár verið fastur fúsur í Kagganum, men seinastu tíðina hevur bólkurin ikki í sama mun spælt har. Bæði Kaggin og All That Rain eru umbygd, og tónleikaprofilurin hjá báðum er broyttur eitt sindur, men leygarkvøldið fer Kaggin aftur at leggja pall til dans við All That Rain.

 
So ert tú í lagnum til t.d. eina Roxette Medley, James Blunt ella tað mest dansivinarliga innan nýggjan rokktónleik, umframt vøkru heimagjørdu løgini hjá ATR, so er møguleikin har í Kagganum.