All That Rain

Rókur Jákupsson Jakobsen - sang og gittar
Jens Tummas Næss - bass og sang
Hans Ravnsfjall - gittar og sang
Henning Nicodemussen - trummur og sang

Bólkurin All That Rain varð stovnaður í desember mánað í 1999. Allir teir tríggir upprunaligu limirnir í bólkinum, høvdu verið partur av Kjølum frammanundan.
Fyrstu tíðina var tað gittarspælarin Jens Marni Hansen, sum sang í bólkinum, og hann er eisini oddafiskur á tí mesta av útgivnað tónleikinum hjá bólkinum.
Í august mánaði 2001 fór Jens Marni úr bólkinum, og síðani hava tríggir sangarar roynt seg. Fyrst var tað nýggi gittarspælarin Hans Ravnsfjall, sum sang og spældi, síðani kom fyrrverandi sangarin í Týr, Pól Arni Holm, upp í bólkin, og síðstu mánaðirnar hevur Rókur Jakobsen verið sangari í bólkinum. Hann hevur áður roynt seg í eitt nú Tangz og MC Hár.
All That Rain endaði nummar tvey í Prix Føroyum 2001, men teir vóru ikki við fyri tveimum árum síðani.
All That Rain spælir rocktónleik, og nú eru teir farnir at syngja á føroyskum burturav.