So var tað endiliga her, videolagið til “Tú” hjá dreingjabólkinum All In. Hygg at vakra og heldur erotiska videolagnum her.
Videolagið varð upprunaliga heimsfrumsýnt í sambandi við Geytan í Norðurlandahúsinum. Tá høvdu bólkurin og Polarfilms lagt brellbitar av tí á alnetið í eina tíð, tó uttan at avdúka hvør sangurin var. M
en útgávan av videolagnum, ið var víst til Geytan var ikki heilt liðug, tí varð lagið bert givið út við ljóði.
Bólkurin boðaði tá frá, at videolagið fór at vera tøkt sum skjótast, og her á ársins fyrsta degi, kunnu vit njóta hetta videolagið um ungan kærleika, til rómapoppin hjá All In.
Tað eru Polarfilms, ið hava gjørt videolagið, og ímóti endanum av lagnum, er ein heilt serligur gestur við.










