Tá ið løgreglan krevur útandingarroynd av bilførar-um, verður nýtt eitt sokallað alkometur, sum neyvt mátar, hvussu nógv bilførarin hevur drukkið av alkoholi. Í flestu londum, eisini í grannalondum sum t.d. Svøríki, er henda kanning nóg mikið. Mátitólini verða av rættinum mett so neyv, at tílíkar kanningar halda í einum rættarmáli.
Her hjá okkum verður tó framvegis blóðroynd kravd, eftir at staðfest er við alkometri, at ein bilførari hevur drukkið. Serliga um ivamál eru um nøgdina og harvið sjálvt promillumarkið, verður mett tryggast við blóðroynd.
Men kanningarnar vísa, at alkometrini eru so neyv, at samsvar altíð er millum úrslitið av blóðroyndini og tað, sum alkometrið vísir. Harnæst er tað soleiðis, at verður blóðroyndin burtur, t.d. oyðiløgd ella stolin ? sum er komið fyri, so metir rætturin alkometrini at vera so eftirfarandi, at alkometurkanningin verður løgd sum grundarlag undir møguligum dómi.