Tá nýggi alkoholpolitikkurin kemur í gildi í Grønlandi hin 1. mars í ár, skulu øll arbeiðspláss, sum hava fleiri enn eitt fólk í starvi - privat eins og almenn - hava ein alkoholpolitikk.
Tað sigur grønlendska heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.
Tað verður eisini eitt krav, at øll, sum søkja kommununa um loyvi at selja ella skeinkja alkohol, eftir 1. mars skulu vísa á, hvussu tey sum loyvishavarar kunnu tryggja ábyrgdarfulla sølu ella skeinking av alkoholi.
Í Grønlandi metir heilsumálaráðið, at kravið um, at umsøkjarar, sum ætlar sær at selja ella skeinkja alkohol, skulu viðleggja sín alkoholpolitikk, fer at hava fyribyrgjandi ávirkan.
Kravið um, at øll arbeiðspláss við fleiri enn einum starvsfólki skulu hava ein alkoholpolitikk, verður eisini mett sum eitt fyribyrgjandi tiltak
Longu nú hava fleiri grønlendsk arbeiðspláss ein alkoholpolitikk, og tískil eru tey fyrireikað til nýggju ásetingina í lógini, sum kemur í gildi 1. mars í ár.










