Alkohol kostar danska samfelagnum milliardir

Danir eru millum teirra, sum drekka mest, og tað sæst aftur í teimum almennu útreiðslunum

Tær donsku kommunurnar brúka í minsta lagi 3,1 milliardir krónur um árið til fólk, sum fáa viðgerð fyri at leggja av at drekka, ella sum hava verið í samband við heilsuverkið orsakað av drekking.

Men sambært Ulrik Becker, professara á Statens Institut for Folkesundhed, er tað rætta talið væl størri, tí alkohol elvir eisini til nógvar sosialar trupulleikar, sum tað er torført at gera upp í pengum, sigur hann.

Tað eru heldur ikki bara kommunurnar, sum hava útreiðslur av, at fólk drekka í meiri lagi, tí landspartarnir ella tær sokallaðu regiónirnar hava eisini útreiðslur av alkoholnýtsluni.

At støðan er vorðin soleiðis í Danmark er sambært professaranum ein avleiðing av, at alkohol er vorðin ein náttúrligur partur av donsku mentanini og danska samleikanum.

-Í Danmark er alkohol ein partur av teirri donsku fólkasálini. Tað er løgið at hoyra ein dana siga nei til alkohol, og í so máta eru vit ikki sum fólk í flestu londum, sigur Ulrik Becker við DR.