Alivinnan útflytir meira

Í fyrsta ársfjórðingi í ár útflutti alivinnan 14.672 tons av laksi fyri eitt virði á 431 milliónir kr.

Harvið stóð alivinnan fyri 38 prosentum av føroyska útflutningum, og er laksur enn Føroya størsta útflutningsvøra.

Laksaprísirnir vóru sera høgir fyrstu ársfjórðing í fjør, og hetta sæst aftur á hagtølunum í 2012. Sjálvt um nøgdin av laksi, ið var útfluttur fyrsta ársfjórðingi í ár var 64 prosent hægri enn sama tíðarskeið seinasta ár, so er virðið bert 12 prosent hægri.

Sambært hagtølunum hjá Hagstovuni var miðalprísurin fyri alt tíðarskeiðið 26,31 krónur fyri kilo.

Minni var útflutt til USA hendan ársfjórðingin, meðan útflutningurin av laksi til Kina og Russland økist støðugt.