Alivinnan í Danmark hevur nú skipað sum í eitt nýtt felag, ið hevur fingið navnið Dansk Akvakultur.
Í tí nýggja felagnum eru feløg, sum ala fisk á sjónum og í alibrúkum á landi, állaalarar, fiskaútflytarar, fóðurvirkir og virkir, sum arbeiða tann alda fiskin. Roknað verður við, at limatalið verður um 300. Eitt av endamálunum við felagnum er at fyrireika limirnar til kappingina á marknaðinum.
Alifeløgini, sum fara upp í tað nýggja felagið, ala umleið 40.000 tons um árið. Umleið 95 prosent verður útflutt, og útflutningsvirðið táttar í eina milliard krónur, skrivar Ritzau