Alivinnan má ikki avreiðast

Sjálvstýrisflokkurin hevur viðgjørt spurningin, um vit eiga at herða lóggávuna viðvíkjandi loyvum til at reka alivinnu í Føroyum við atliti til at avmarka ræðisrættin hjá einstaklingin og feløgum at gerast einaráðandi innan føroyska alivinnu.

Vegna Sjálvstýrisflokkin

Helena Dam á Neystabø



Sjálvstýrisflokkurin hevur fleiri ferðir víst á tað óhepna í, at einstakt virki fær ov stórt vald innan alivinnuna, og var flokkurin tí hart ímóti uppskotinum hjá undanfarna landsstýrismanni í vinnumálum um at geva loyvi til at útlendingar kundu eiga upp til 49% av partapeninginum í einum alivirki.

Sjálvstýrisflokkurin mælir landsstýrismanninum til at taka neyðug stig, og heldur flokkurin, at tað er ov nógv, at eitt einstakt virki ella einstaklingur kann hava ræðið á upp til 20% av allari alivinnu í Føroyum, tá kann tað henda, at bert fimm eigarar eru tilsaman. Sjálvstýrisflokkurin mælir til, at tað ikki er loyvt einum felag ella einstaklingi at eiga ella hava ræði á meira enn í mesta lagi 10% av allari føroyskari alivinnu, og flokkurin heldur at vit eiga at varðveita regluna um, at bert triðingurin av partapeninginum í einum alivirki kann verða á útlendskum hondum.

Flokkurin mælir til at landsstýrismaðurin sum skjótast tekur stig til at tryggja, at fáa hesi viðurskifti í rætt lag.

Alivinna má metast javnt við annað tilfeingi føroyinga, og tað ber ikki til, at vit í Føroyum seta okkum í ta støðu, at vit gerast eitt útjaðaraøki hjá t.d. einum ella nøkrum fáaum stórum útlendskum alifyritøkum.