Innflutningurin í fjør var væl hægri enn í 2011. Í vinnuni vóru broytingarnar einamest, at meiri rávøra fiskaolja og alifóður vórðu innflutt til alivinnuna.
Tað sigur Hagstovan.
Innflutningurin til hav- og landbúnað, har alivinnan eigur bróðurpartin, vaks við 118 milliónum krónum upp í 366 milliónir krónur. Innflutningurin av tilfari til annan ídnað har fiskaolja er ein stórur partur vaks frá 2011 til 2012 við næstan 300 milliónum krónum upp í 1,2 milliard.
Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna stendur í stað, samanborið við 2011. Sama er við innflutninginum til vanligu húsarhaldini: matur, klæði og ymisk húsarhalds tól.
Samlað var innflutt fyri 6,6 milliardir krónur, og er tað 1,3 milliardir meira enn í 2011. Umframt rávøru til alivinnuna stavaði vøksturin frá hækkandi oljuprísum, og at airbussurin kom til landið, umframt at fleiri skip vóru innflutt.
Innflutningurin í 2012 er samstundis methøgur: 1,1 milliard krónur hægri enn gamla metárið 2007. Í vinnuni eru tað somu tøl, sum gera mun: innflutningurin av alifóðri og fiskaolju. Tey størstu tølini, sum fáa innflutningin í fjør upp um innflutningin í 2007, eru aftur olja, skip og flogfør. Í byggivinnuni er innflutningurin eina helvt minni enn í 2007. Eisini innflutningurin av bilum, maskinum og amboðum er minkaður síðan 2007.
?Innflutningurin av húsarhaldsvørum minkar ikki meira, og er seinastu tvey árini vaksin 2 og 1 procent. Samanborið við 2007 er innflutningurin tó framvegis 11% minni. Tað er óvanligt við minking í hesum bólkinum, og beinleiðis minking sóu vit seinast undir kreppuni í nítiárunum. Tá var minkingin væl størri, frá 1988 til 1993 minkaði innflutningurin í hesum bólki 38%.
Tá vit skulu meta um gongdina í innflutninginum, gerst myndin greiðari, um vit ikki hava skip, flogfør og brennievni við. Skip og flogfør ávirka samlaðu myndina nógv, og tað er eitt sindur tilvildarligt, nær tey koma. Brennievni hevur havt stór príssveiggj seinastu árini, og tí órógvar tað eisini samlaðu myndina.
Vit síggja, at innflutningurin øll árini frá 2001 fram til 2005 var javnt fallandi. Tað var serliga tilfar til vinnuna, sum minkaði, meðan tað, sum var til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, vaks spakuliga. Síðan koma tvey ár við stórum vøkstri í 2006-07, inntil fíggjarkreppan byrjar at gera um seg í 2008 og innflutningurin minkar aftur. Eisini sæst á myndini, at tað, sum vit innflyta til beinleiðis húsarhaldsnýtslu, er meiri støðugt, samanborið við tað, sum vinnan innflytir av tilfari at nýta í framleiðsluni, skrivar Hagstovan.