Edvard Joensen
Vestlax er nú vorðið ein rættiligur risi. Bæði innan alivinnu, og sum felag sum heild.
Mánadagin gjørdi Vestlax avtalu við altjóða alifyritøkuna Pan Fish ASA, sum norðmenn eiga, um samstarv í alivinnuni í Føroyum. Avtalan ber í sær, at tær alistøðirnar, sum Pan Fish herfyri keypti í Føroyum, nú verða lagdar undir nýggja felagið, sum fer at eita Vestlax.
Frímund Hansen, stjóri í Vestlax, sigur, at tað merkir, at føroyingar nú aftur hava avgerðarrættin yvir hesum alibrúkunum.
Talan er um alibrúkini í Sundalagnum og í Oyndarfirði. Smoltstøðina Laksá og sláturvirkið í Oyndarfirði.
Norðmenninir hava keypt ein part av Vestlax, men latið avgerðarrættin yvir alivinnuni í Føroyum til føroyingarnar. Býtið í felagnum er soleiðis helvt um helvt, sigur Frímund Hansen, sum tó ikki vil upplýsa, hvussu nógvir pengar eru ímillum, nú selt og keypt er.
Samanleggingin merkir eisini, at Vestlax fær ein av fýra føstum nevndarlimum í Pan Fish.
Tað er við rationaliseringum fyri eyga, at teir eru farnir í hetta samstarvið, sigur Frímund Hansen. Og tann rationaliseringin fer so at merkja, at eitt nú kryvjivirkið í Oyndarfirði helst fer at lata aftur. Tó verður tað nokk ikki beinanveg, sigur Frímund Hansen, stjóri á Vestlax.
Hinvegin fer samstarvið at merkja, at umsetningurin hjá felagnum verður nógv størri, enn hann er hjá báðum fyritøkunum í dag.
Frímund Hansen sigur, at teir vænta at kunna umseta fyri umleið tað sama, sum øll føroyska alivinnan gjørdi í fjør. Hann nevnir eitt tal, sum nærkast teimum 800 milliónunum.
Frímund Hansen, stjóri í Vestlax, sigur, at hóast tað kanska endar við eini niðurlegging av virkinum í Oyndarfirði, fer nýggja felagið at gjalda fleiri arbeiðstímar út árliga, enn bæði tey gomlu gjørdu tilsamans.
Eisini eginpeningurin er stórur í nýggja felagnum. Góðar 100 milliónir krónur, sigur stjórin.
Í grundini er hetta ikki nakað nýtt, at hesi bæði feløgini samstarva. Nú verður samstarvið bara betri útnyttað fíggjarliga, sigur Frímund Hansen.
Fyrr hava hesi bæði feløgini samstarvað um so mangt, sum er felags í alivinnuni. Millum annað flutning millum alistøðirnar og sláturvirkini.
Hendan samanleggingin ger eisini felagið so mikið stórt, at nú ber til at seta eitt nú leverandørunum treytir.
Frímund Hansen sigur, at samanleggingin merkir, at Vestlax nú eigur eina knappa helvt av føroysku alivinnuni. Talan er um eini 40-45% av samlaðu nøgdini í føroysku alivinnuni. Í loyvum er talan um ein fjórðing, sigur hann.
Hetta ber eisini í sær, at betri ber til at stýra vinnuni, og sostatt fer hetta eisini at koma umhvørvinum til góðar, tí nú eru tað færri alarar á hvørjum firði.
Frímund Hansen sigur, at norska felagið Pan Fish, sum er skrásett á børsinum í Oslo, alir eini 80.000 tons av laksi árliga um allan heim.
Nýggja Vestlax felagið fer at ala umleið 30.000 tons av sílum og laksi árliga.










