Í nýggjastu útgávuni av Alitíðindum, sum Fiskaaling gevur út og sum júst er komin, er greinastubbi um ætlaða aling á víðum havi.
- Ramman, sum skal halda aliringunum, ið skulu leggjast út eystan fyri Nólsoynna, er løgd út, og ringarnir verða lagdir út í næsta mánaði.
Sagt verður, at ramman er eitt sindur seinkað, nú hon er komin út at liggja.
- Hetta kemst av, at teir stóru alibátarnir, sum hava havt nóg stóra kranaorku til at leggja tungu útgerðina út, hava verið upptiknir av sínum føstu uppgávum. Men nú, tað er gjørt, er alt tað tunga arbeiðið avgreitt.
Í løtuni verður bíðað eftir mátisellunum, sum skulu máta orku í skipanini, ið skal halda ringunum upp á pláss. Áðrenn sellurnar eru komnar og eru settar á fortoyningarnar, verður ikki hildið skilagott at leggja ringarnar út.
Talan er um tveir 128 metra stórar ringar. Í royndartíðini verður eingin fiskur í ringunum.
- Royndirnar verða einans gjørdar fyri at kanna, um tað yvirhøvur ber til at hava ringar liggjandi á økinum, sigur Fiskaaling.
Verkætlanin verður stuðlað av allari alivinnuni, granskingarráðnum, KJ-Hydraulik, Vónini umframt Fiskaaling.