um tað uruguayanska rugbyliðið, sum var í einum flogfari, sum datt niður í Andesfjøllini tann 13. oktober í 1972. 45 fólk vóru í flogfarinum, men tveir mánaðir aftan á vanlukkuna vórðu 16 teirra funnin aftur á lívi.
Tá tey neyðstøddu ferðafólkini ongan mat høvdu eftir, hildu tey seg ikki hava annað í at velja enn at eta sínar deyðu felagar. Á tann hátt eydnaðist teimum at halda sær á lívi í tí nógva kuldanum høgt uppi í fjøllunum.
Á 30 ára degnum fyri vanlukkuna vóru fleiri av teimum 16 komin saman nærhendis staðnum, har flogfar teirra datt niður. Ein teirra greiddi frá, at teir báðir mánaðirnir uppi í Andesfjøllunum høvdu lært seg, at ein eigur ikki at stúra fyri deyðanum, men liva lívið til fulnar.