Í døgunum 10.-14. november varð 33. ársaðalfundurin hjá NEAFC hildin í London. NEAFC er millumtjóða stovnur fyri samstarv um fiskiveiðu í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum.
Á fundinum varð føroyski sendimaðurin í London, Jóannes V. Hansen, valdur til nevndarformann í fíggjar- og umsitingarnevndini (FAC) hjá NEAFC. Nevndin hevur til endamáls at veita NEAFC ráðgeving um árligu fíggjarætlanina. Størsta avbjóðingin hjá FAC næstu árini verður at finna eina varandi loysn á hølisumstøðunum, har avgerast skal, um nýggj høli skulu finnast, og hvar hesi skulu verða.
Limalondini í NEAFC eru ES, Noreg, Ísland, Russland, Grønland og Føroyar.