Álitið á føroyingar minkar

Tað almenna flytir nógv arbeiði av landinum, men tað er øðrvísi hjá vinnulívinum og hjá kommununum

Tað almenna, altso landið hevur minni og minni álit á føroyska arbeiðsmegi. Ráðgevarafelagið sigur, et hetta er úrslitið av eini greinin hjá felagnum

 

Greiningin vísir, at vinnulív og kommunur keypa fleiri tænastur frá føroyskum ráðgevarafeløgum, men samstundis keypir landið færri tænastur.

 

Í føroysku ráðgevaravinnuni eru 24 arkitektavirki, verkfrøðingavirkir og byggifrøðingavirki og tilsamans eru 116 størv í fyritøkunum.


Farnu vikurnar hevur Ráðgevarafelagið mótmælt, at almenna felagið, sum skal gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er farið til Noregs at leita eftir samstarvsfeløgum, nú tunlarnir skulu projekterast.

- Hetta er púra óneyðugt, tí kravdu fakligu førleikarnir til uppgávuna eru longu í Føroyum, heldur Ráðgevarafelagið.


Nýggja greiningin hjá Ráðgevarafelagnum vísir, í 2011 vórðu 41 prosent av arbeiðunum hjá limunum í Ráðgevarafelagnum gjørd fyri kommunur, 31 prosent fyri landið og 18 prosent fyri vinnulívið.   


Í 2013 var parturin hjá kommununum og vinnulívinum vaksin og landsins partur minkaður. Greiningin vísir sostatt, at 44 prosent av arbeiðunum vórðu gjørd fyri kommunur, 27 prosent fyri landið og 25 prosent fyri vinnulívið.

 

- Øll hesi arbeiðini styðjaðu uppundir at menna ráðgevaravinnuna, men bara landsins partur minkaði.


Ráðgevarafelagið er av teirri sannføring, at skal hald vera í politisku lyftunum um, at ráðgevaravinnan skal mennast, og at talið á vitanarstørvum í Føroyum skal vaksa, mugu feløg og stovnar hjá landinum ganga á odda og vísa føroysku fyritøkunum álit.

 

Tað gera tey ikki í løtuni, staðfestir felagið. Felagið sigur, at arbeiðið, sum føroysku ráðgevarafyritøkurnar gera, er ikki bara av stórum týdningi fyri útbjóðararnar, men eisini Føroyar yvirhøvur.

 

Ár eftir ár verður víst á, at skal tað verða lokkandi hjá væl útbúnum fólki at koma heimaftur, mugu tey hava spennandi størv at flyta heim til. Men tað eru bara føroyingar sjálvir, sum kunnu skapa hesi størv í Føroyum.



- Landið má virða føroyskar førleikar meira, enn tað ger. Seinastu árini eru nógv ársverk farin av landinum, eitt nú í sambandi Marknagilsdepilin, í sambandi við, at flogvøllurin varð longdur og í sambandi við havnarútbyggingina á Krambatanga.

 

- Heldur hendan gongdin fram, verður vinnan niðurlaðað, og tá fer nógv virðismikil føroysk serfrøði fyri bakka, sigur Selmar Nielsen, formaður í Ráðgevarafelagnum.