Alis vann ferðina til Voss

Í samstarvi við Smyril Line hevur Sosialurin skipað fyri eini spurnarkapping, har vinningurin er ein skíðferð fyri tvey vaksin og tvey børn við bili til Voss í Noregi

Vinningur

Í morgun hevur verið drigið í kappingini, og hepni vinnarin gjørdist Alis Jacobsen av Toftum.
Hópur av fólki hava sent Sosialinum svar upp á spurningarnar, sum hava verið í blaðnum, og seinasta freist at lata inn svarini var mikudagin 18. oktober.
Farið verður við Norrønu yvir til Noregs og heimaftur. Umborð verður gist á 4-koyggjukamari við vindeyga og wc/ bað.
Allar máltíðir umborð eru við í vinninginum.
Við í vinninginum er eisini 9 nætur í íbúð á Fleischers Apartment í Voss í Noregi, men her eru máltíðirnar ikki við.
Virðið av ferðini, sum Alis Jacobsen hevur vunnið, er 11.995 krónur.
Á myndini ynskir virkisleiðarin á Faroe Seafood á Toftum, har Alis arbeiðir, hepna vinnaranum tillukku.
Virkisleiðari á saltfiskavirkinum á Toftum er Ivan Hansen.