Alirisin í Suðuroy hevur reist seg

ALING P/F Faroe Farming, stóra alifyritøkan í Suðuroy, hevði 50 mió kr í avlopi í fjør áðrenn skatt. Hetta er fimm ferðir størri enn árið fyri

Tað hevur gingið stútt og støðugt framá hjá stóru alifyritøkuni í Suðuroynni tey seinastu fimm árini. Business-Line skrivar á www.bl.fo, at Faroe Farming, við heimstaði í Vági, er í dag eitt framkomið alifelag við framleiðslu á landi og sjógvi. Felagið hevur egið kryvjivirki og hevur í árinum keypt fiskavirkið havnarlagnum í Vági til hetta endamál. 

Góðir prísir á aldum laksi á heimsmarknaðinum í fjør og ein væl skipað framleiðsla geva nú sjónlig úrslit á botnlinjuni hjá Faroe Farming.

Verður hugt í roknskapirnar tey seinastu fimm árini sæst ein støðug framgongd, har 2010 tó er nógv tað besta í søgu felagsins.

Faroe Farming hevði í fjør eitt avlop upp á 50 milliónir krónur áðrenn skatt. Hetta er fimm ferðir størri enn undanfarna ár. Eginpeningurin er eftir einum árið tvífaldaður og er við ársenda 2010 komin upp á slakar 88 milliónir krónur.
Felagið rindaði 6,55 milliónir krónur í skatti í fjør, og verður nettoavlopið sostatt  góðar 43,5 milliónir krónur.
Í miðal starvaðust 53 fólk hjá Faroe Farming í fjør.
Stjóri í Faroe Farming er Erhard Joensen.