Sandportalurin veit í dag at siga, at tann ytri aliringurin hjá Marine Harvest Føroyar, sum liggur á Sandsvág, hevur fingið stóran skaða í nógvu alduni, sum verið hevur.
- Aliringurin er nærum allur boygdur saman, skrivar portalurin.
Marine Harvst Føroyar hevur lagt tveir aliringar út á Sandsvág fyri at vita, um til ber at ala á vágni. Í fjør vetur lá eisini ein ringur úti, og tann royndin eydnaðist heldur ikki nakað serligt.
Sandportalurin veit eisini at siga, at tann innari ringurin á Sandsvág sær ikki út til at hava fingið nakran skaða.