ALIRÁÐSTEVNA
Klokkan 9.30 í morgun setti Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, árligu aliráðstevnuna hjá Vinnuhúsinum.
Sum undanfarin ár verður skán fjølbroytt við fleiri áhugaverdum fyrilestrum, og tað var Hans Jákup Mikkelsen frá Marine Harvest, sum legði fyri við »Marknaðarútlit fyri alivinnuna í 2010«.
Níggju ymiskir fyrilestrar og fyrilestrarhaldarar seta dám á dagin, sum endar við einari veitslu á Hotel Føroyum í kvøld, har ráðstevnan eisini hevur verið hildin.
Sjálv ráðstevnan endar við at Rúni Dam tekur saman um, og tað verður umleið klokkan 16.20 í dag.