Fríggjadagin skipar Føroya Havbúnaðarfelag fyri aliráðstevnu á Hotel Føroyum, har fleiri fyrilestrar verða hildnir Nú verður aftur høvi hjá fólki við áhuga fyri aling at sessast og hoyra, hvat er at frætta um aling.
Aliráðstevnan byrjar fríggjadagin klokkan 8.30 við denti á, hvussu alivinnan kann optimalisera sína framleiðslu av laksi fram til og við tøku.
Fyrilestrar verða um marknaðarútlit, innlitingarstrategiir og hagreiðing av laksi í sambandi við tøku. Eisini verða fyrilestrar um lívfrøðiligu gongdina í føroysku alivinnuni seinasta árið, um kanningarnar, ið eru gjørdar av ILA í Føroyum og royndirnar við toskaaling í Føroyum higartil.
Á aliráðstevnuni verða fleiri fyrilestrar hildnir um hesi - og onnur - viðurskifti.