Alingin verður helst ikki rakt

Hóast talan er um stórar mongdir av olju, ið rekast á firðum, so er lítil møguleiki, at oljan kemur at merkja alivinnuna - Sum nú er, er sera lítil møguleiki fyri, at oljan kemur at raka alivinnuna, segði Oystein Patursson, havverkfrøðingur, sum granskar streym og aling fyri Fiskaaling, á Rás2 klokkan 15.

Hann greiðir frá, at hepna støðan er, at tað í løtuni er besti streymur og at veðrið er gott, og tí er lítil møguleiki fyri, at oljan flytur seg so nógv, sum hon kundi gjørt.

Meira um oljudálkingina í tíðindunum á Rás2 klokkan 16.