Aling: Vænta stóran vøkstur í Kili

Alifelagið Ventisqueros í Kili hevur ætlanir um at tvífalda sína framleiðslu av laksi komandi trý árini - úr 20.000 tonsum upp í 40.000 tons.

Tað skrivar Vinnuhúsið í dag, sum hevur tíðindini frá Intrafish.

Meðan kilenska framleiðslan av laksi er um at koma upp á sama støði, sum hon var fyri 2007, hevur alifelagið Ventisqueros ætlanir um stóran vøkstur komandi árini.

- Vit hava ætlanir um at hava vøkstur, samstundis sum vit tryggja gott lønsemi, og tað merkir ikki vøkstur fyri ein og hvønn prís. Laksamarknaðurin er ein vakstrarmarknaður, og Ventisqueros ætlar sær at leggja dent á burðardygga aling, sigur Christoph Mischl, varalimur í nevndini hjá týska felagnum Schörghuber Group, sum keypti øll partabrøvini í Ventisqueros í 2010.

Samlaða framleiðslan í Kili er um at náa somu hæddum sum í 2007, tá vinnan varð hart rakt av ILA, og framleiðslan steðgaði upp. Hesaferð hendir vøksturin undir øðrum og meira skynsomum umstøðum, og skipanin av kilensku alivinnuni líkist nú meira skipanini í Noregi. Á summum økjum eru reglurnar enntá strangari, vísir Mischl á.

Hann sær stórar møguleikar á nýggjum marknaðum í Brasilia, Russlandi, Kina og Suðurkorea.

- Møguleikarnir í hesum londum eru sera stórir. Vaksandi miðalklassin dámar væl laks, og vit síggja stórar møguleikar á hesum marknaðum í framtíðini, sigur Christoph Mischi.

Ventisqueros hevði ein umsetning á 51,3 miljónir dollarar í 2011, og árliga sølan liggur um 200 miljónir dollarar.