Aling á opnum havi

Herfyri vórðu tveir aliringar lagdir út eyst­an fyri Nóls­oynna.
- Hetta er liður í eini verkætlan, sum hevur til endamáls at kanna, um tað ber til at ala fisk á opnum havi und­ir Føroyum, sigur P/F Fiska­aling.
Lagt verður aftrat, at í fyrsta umfari eru ring­ar­nir tómir.
- Í fyrsta lagi verður kann­að, um veðurlag og streymur yvirhøvur góð­taka, at aliringar ligg­ja so mikið langt til havs, sigur P/F Fiska­aling.