Fyrst í hesum árinum stovnaði norðurlendski granskingarstovnurin NordForsk granskingarsamstarvið, SUREAQUA (Nordic Centre of Exelence), sum í fyrsta lagi skal arbeiða fyri burðardyggari vatnframleiðslu við tí fyri eyga at styrkja og menna lívfeingisbúskapin í Norðurlondum.
Fiskaaling er ein av 13 granskingarstovnum í norðurlendska granskingarsamstarvinum. Saman við 12 øðrum norðurlendskum granskingarstovnum er Fiskaaling partur av SUREAQUA, ið Nordforsk gjørdi av at seta á stovn í fjør, og sum fór undir sítt virksemi fyrst í hesum árinum.
- Við umleið 40 samstarvspørtum úr øllum Norðurlondum, ið eru lærdir háskúlar, granskingardeplar og fyritøkur, eins og aðrir viðkomandi samstarvsfelagar, er talan um ein breiðan felagsskap, ið kann standa á odda fyri at skapa týðandi menning innan lívfeingisbúskap, siga tey á Fiskaaling.
Lagt verður aftrat, at Norðurlond liggja væl fyri, tá ræður um møguleikar at menna og økja um matframleiðslu á sjógvi og vatni. Vinnan er ein týðandi partur av hesum samstarvi, og frá føroyskari síðu eru tað Luna, Bakkafrost, Marine Harvest og smápartafelagið Tari, sum eru við í granskingarsamstarvinum. Eisini luttaka aðrir partar frá føroyskari síðu, eitt nú Umhvørvisstovan.
- Endamálið við nýggja Nordic Centre of Excellence er, at granskingarstovnar og vinnufyritøkur granska og føra út í verki verkætlanir innan burðardygga aling í breiðasta týdningi. Millum annað skal kannast, hvussu aling av laksi kann effektiviserast í mun til útlát av lívrunnum tilfari og tøðsøltum, og hvussu útlátið kann vera eitt íkast til nýggjar vinnuvegir, eitt nú av skeljadjórum og tara.
Partur av verkætlanini er eisini at menna nýggja útgerð, sum skal roynast á alibrúkum í Føroyum.
Tað er Granskingarstovnurin IRIS í Stavanger, sum hevur tikið stig til norðurlendska samstarvið og leiðir nýggja granskingardepilin. Játtanin til samstarvið er 30 miljónir norskar krónur yvir fimm ár, harav parturin til Fiskaaling er 1,5 miljónir. Harumframt kemur eginfígging og aðrar atknýttar verkætlanir.
Tað er Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, ið samskipar virksemið í Føroyum.










