Aling dryppar av sær til MEST

- Jú, skjótari og neyvari veitingarnar hjá okkum eru - jú, sterkari verða kappingarevnini hjá okkara kundum, sigur stjórin í MEST, Mouritz Mohr.

Á MEST í Runavík, sum er partur av skipasmiðjuni, verður serliga arbeitt við loysnum og útgerð til framleiðsluvinnuna. Eisini arbeiðsplássið í Runavík hevur verið merkt av góðu gongdini í vinnuni.

 

Í Runavík hava tey verið meira enn fult upptikin av nógva virkseminum innan alivinnuna. Her hevur nýggja virkið hjá Bakkafrost á Glyvrum fylt serliga nógv, umframt at MEST á Skála eisini hevur staðið fyri umbyggingini av Hans á Bakka í summar.

 

Stjórin í MEST, Mouritz Mohr, vísir á, at eisini línuskip, djúpvatnstrolarar, partrolarar, trolbátar og ferjur hava valt at brúka MEST sum  samstarvspart í samband við umvælingar og umbyggingar.

 

- Samanumtikið er gongdin góð, men tað merkir ikki, at vit helma í. Vit vilja, at MEST verður ein enn betri veitari, sum skal kunna tryggja skjótari og neyvari veitingar til kundarnar.

 

Mouritz Mohr leggur dent á, at jú skjótari og neyvari veitingarnar hjá MEST eru - jú, sterkari verða eisini kappingarevnini hjá kundunum.

 

- Við styrktum kappingarevnum, sum vit soleiðis eru partur av, hava kundarnir eisini alla orsøk til at venda aftur til okkara, sigur stjórin í MEST.