Alicia Keys tann nýggi Bond-sangarin

Amerikanski R&B og soulsangarin Alicia Keys er eftir øllum at døma tann tónleikarin, ið fær høvið at syngja tittulsangin til tann nýggja James Bond filmin ?Quantum of Solace?. Nøkur, ið hava sungið til James Bond fyrr hava verið: Duran Duran, A-ha, Gladys Knight, Sherryl Crow og Madonna. Nú letur til, at Alicia fær møguleikan at gera rødd sína ódeyðiliga. Slaturin leingi verið, at Amy Winehouse møguliga skuldi sleppa at syngja, men nú skuldi tað verið rættiliga sikkurt at tað verður Alicia Keys, ið fer at syngja til James Bond film nr. 22.

Sjálvt sigur Alicia einki um støðuna, men ein kann eisini ímynda sær, at tað hevði verið løgið, um hetta bleiv kunngjørt so langt áðrenn filmurin kemur út.