Alice In Chains við tveimum sangarum

Ein av bestu bólkunum á grungealduni, ið floymdi úr Seattle og um allan heim fyrst í 90árunum, Alice In Chains er endurstovnaður. Bólkurin fer í summar á konsertferð í Evropa, m.a. spælir hann í Vega í Keypmannahavn 19. juni.


 Enn er tó ikki greitt, hvør sangari stendur á odda fyri bólkinum á konsertferðini. Upprunaligi sangarin Wayne Staley doyði í 2002. Fyri tveimum vikum síðan luttók endurstovnaði bólkurin í eini heiðursframførslu fyri bólkin Heart í Atlantic City. Hetta var partur av eini sending, ið verður send á VH1 næstum. Tá hevði bólkurin tveir ymiskar sangarar. Fyrrverandi Panthera oddamaðurin Philip Anselmo sang saman við William DuVall, ið er best kendur, sum sangari í soloverkætlanini hjá Alice In Chains gittarleikaranum Jerry Cantrell. Um tað verður ein av hesum, ella onkur heilt annar, fara vit sjálvandi at kunna tykkum um, so skjótt sum hetta gerst alment.