Ein tvíkilja, sum smíðað er á føroyskari smiðju, varð seinasta vikuskifti latin skotskum alifelag. Og tann næsti skal avstað í december.
Samstundis sum skrokkurin til nýggju sandoyarferjuna var á veg til Føroya, fór ein nýbygningur hinvegin. Av Eiði til skotsku vesturstrondina, har hesin nýggi báturin skal arbeiða hjá einum skotskum alibrúki.
Tað er Hydro-Tech á Eiði, sum hevur smíðað hendan bátin. Báturin er tann áttandi alibáturin, smiðjan hevur latið. Hinir sjey eru allir í Føroyum. Men tann næsti, sum latin verður, skal eisini til Skotlands. Tað er sama felgið, ið fekk hendan, sum nú fór, sum eisini skal hava nummar níggju í røðini.
Bátarnir eru seldir einum alibrúki á skotsku vesturstrondini, inni á meginlandinum, sunnanvert Hebridurnar. Báturin varð latin á Eiði, har skotskt flutningsfelag tók yvir. Hann varð sigldur til Havnar, fluttur við Lómi til Scrabster og síðan sigldur eystur um og vestur aftur gjøgnum Caledonsku Siglingarrennuna til lítlu bygdina Fine, har alistøðin liggur.
Hydro-Tech er partur av samtakinum KJ Hydraulik á Kamsdali og Hydro-Tech á Eiði. Feløgini eru løgd saman við felags leiðslu. Á Kambsdali verður arbeitt við hydraulikki, meðan smiðjuarbeiðið verður gjørt á Eiði.
Felagið hevur fyrr flutt nakrar skrokkar til tvíkiljurnar inn úr Letlandi. Men hesum eru teir givnir við nú, tí teir meta seg kunna gera arbeiðið sjálvir á Eiði. Báturin, sum fór til Skotlands seinasta vikuskifti, var tann seinasti lettiski skrokkurin. Tann næsti, sum latin verður, er gjørdur á Eiði, allur sum hann er. Tann skrokkurin er í løtuni til sandblásing í smiðuni hjá Ragnari Poulsen við Ljósá, har allir skrokkarnir, Hydro-Tech hevur latið, eru vorðnir sandblástir og málaðir.
Bátarnir, Hydro-Tech hevur gjørt, eru allir stálbátar uttan ein, sum er úr aluminium. Men líkt er til, at stálbátarnir eru heldur betri egnaðir til alivinnuna, tí aluminiumsbáturin er væl lættari. Tað ger til dømis, at hann liggur lættari í sjónum og er tí heldur torførari at halda við ringarnar. Eisini er hann ein mun dýrari at gera enn stálbátarnir.
Tað verður látið væl at bátunum, sum Hydro-Tech hevur latið. Teir eru arbeiðsligir, væl útgjørdir og ikki minst tryggir. Teir hava ongan trupulleika av nokk so stórum kranum umborð.