Alheimsgerð í 2015

Eitt vitanarsamfelag krevur, at dyrnar eru opnar fyri vitan.

Bogi Eliasen, cand.scient.pol

Seinasta greinin um horna­steinarnar í 2015 ætlanini hjá Landsstýrinum er um alheimsgerðina og Føroyar. Í røðuni á Ólavsøku legði Løgmaður dent á, at Føroyar skulu við í alheimsgerðina og ítøkiliga at Føroyar skal hava tættari samstarv við ES og søkja um limaskap í EFTA. Tað skilst eisini, at tað er eitt ynski at gerast partur av EBS samstarvinum, uttan at tað tá varð sett sum mál.
Síðani tá er meira ítøki­ligt komið fram um at Før­oyar hava sett fram ynski um at gerast partur av flog­ferðslupakkanum hjá ES, rammuavtaluni fyri gransk­ing, lívslanga læru og at beinleiðis verður farið eftir EFTA limaskapi, eins og vit hesa vikuna hava hoyrt at nýggjur vinnupolitikkur skal skipast í einum 2015 anda í einum alheimsgjørdum hami.
Alheimsgerð?
Orðið alheimsgerðin hevur verið blaka út í hvørt orða­skifti í fleiri ár, og øll eru púra samd um at einasta leið frameftir er at vera við í alheimsgerðini. Men eingin klárar at siga nágreiniliga hvat alheimsgerð er, og tí er í mongum førum talan um, at orðið verður brúkt uttan størri innihald.
Fyri meg merkir alheims­gerð, at samfelagið verður altjóðagjørt, soleiðis at forð­ingar verða tiknar burtur, at arbeitt verður hugsanarliga í øllum heiminum, eisini so­leiðis at onnur sleppa inn til okkum. Tó soleiðis at okkara egna samfelag ikki skal niðurleggjast. Tí verður oftani sagt, Think Globally, act locally. Alheimgerð er tí eins nógv at broyta hugs­anarhátt, sum at gera skipanir.
Samanrenning
Ríkisrættarliga støða okkara hevur við sær, at vit ikki kunnu gera sum okkum lyst­ir á altjóða pallinum. Eitt eyðkenni fyri alheimsgerð á politiska vígvøllinum er annars, at innlendis og uttanríkispolitikkur verður meira samanrunnin, men har eru vit avmarkaði, m.a. tí at tað ikki bara uttan hóvasták ber til at gerast partur av EBS samstarvinum umvegis antin EFTA ella ES, tí Danmark er limur har. Seinasta tíðin hevur tí víst ein størri vilja til at fáa Føroyum betri altóða viðurskifti, m.a. í tilgongdina at fáa EFTA limaskap og royndin at fáa okkum uppí EBS samstarvið.
Hava eginleikar
Men altjóðagerð er eisini, at fáa virkir og vanliga borg­aran at hugsað um allan heim­in sum eina eind. At eingin mørk eru. Hetta átti at verið møguligt í Føroyum, tí vit hava í hesum spæli tann fyrimun, at vit eru eitt pinkuland, sum altíð hev­ur skula laga seg til og m.a skula duga onnur mál. Vit hava nógv fólk, sum hava verið í øðrum londum og arbeitt og/ella nomið sær útbúgving, og nógvar sjó­menn ið sigast má verða ein altjóðagjørd vinna. Hetta eru eginleikar, vit skulu brúka og eisini byggja inn í okkara útbúgvingarskipan. Men tá vit so hugsa um út­lendingamál í føroyskum høpi, kann ikki annað enn staðfestast, at langt er eftir á mál.
Vitanarbýti
Politisk er heldur ikki sam­an­hangur í málum og loysn. Sum sagt er altjóðagerð m.a., at uttanríkis og innlendis poli­tikkur rennur saman. Øll málsøki hava ein altjóða part, og alt meira vanlig gerst at hava málsræðissamstarv, har t.d. avvarðandi ráðharrar hittast. Tí átti tað verið ein sjálvfylgja, at lagt nógv størri dent á altjóða partin av yvirtiknum málsøkjum. Tað er í altjóða felagsskapum og í altjóða samstarvi, at vit­anarbýtið í dag í stóran mun er. Tí gerast vit skjótt eftirbátar, um vit ikki leggja okkum eftir at verða partur av hesari menning, serliga har vit hava málsræðið.
Altjóða luttøka
Eitt lítið land sum okkara hevur tó ikki orku til at lut­taka í øllum altjóða politisk­um felagskapum, tí er ein sera umráðandi partur av eina effektivari altjóðagerð, at vit tilvitað raðfesta og velja hvar og hvussu vit skulu brúka okkara orku og støðugt meta um vit brúka hana rætt. T.d áttu vit at lagt okkum eftir WTO limaskapi. Okkara ríkisrættarliga støða og framkomna norðurlenska samstarvið ger, at vit kunnu samstarva við tey londini, um økini vit ikki raðfesta hægst. Eitt mál sum olympiski lima­skapurin, átti eisini at verið raðfest hægri, soleiðis at bæði politiska skipanin og eisini vinnulívið í samstarvið við ítróttina tilætlað royndu tala hesa søk á hvørjum høvi sum býðst uttanfyri land­oddarnar.
2015 og alheimsgerð
Sigast kann at alheimsgerðin er yvirbygnaðurin á 2015 eins og hon er límið, sum heldur ætlanini saman. Øll menning skal setast í eitt altjóða høpi, har vit í størri mun tora at leita okkum út, men at vit eisini fáa dirvi til at lata onnur sleppa inn til okkum. Altjóðagerðin virkar ikki, um vit bert vilja sleppa út og ikki lata okkum sjálvi upp. Tað eru fleiri orsøkir til tess. M.a. í sambandi við vinnulív er neyðugt at fáa út­lendskan kapital, bæði fyri at hava meira váðafúsan kapital, men eisini fyri at fáa útlendsk input í okkara vinnu, sum eisini styrkir. Men tað er eisini neyðugt fyri at spjaða váðan. Vit hava seinastu vikurnar sæð óttan fyri útlendingum í samband við kjakið um einskiljingar, og fyri ikki so langari tíð síðan var tað í samband við ein fríhandilssáttmála. Eitt vitanarsamfelag krevur, at dyrnar eru opnar fyri vitan.
Dagligar avgerðir
Í mun til hornasteinarnar í 2015 ætlanini sum fram vórðu settir á Ólavsøku í røðu Løgmans, eru tó fleiri politiskar avgerðir, sum ikki ganga tann vegin. T.d. verður nógv lagt fyri við útbúgving, men tað er ein trupulleiki, at ov nógv nú nema sær útbúgving utt­an fyri Danmark og tí kosta peng­ar. Í samband við gransk­ing er t.d. Gransk­ing­ardepilin skerdur. Í sam­band við einskiljing sær tað ikki út til at politiska skipanin hevur rygg til eina tilgongd. Á kunningar- og samskiftisøkinum tørvar okk­um at síggja inntriv. Tað sama kann sigat um íverk­setan, hóast at fleiri nágreinilig hugskot hava verið á borðinum.
Altjóða umboðan
Árið 2005 hevur verið eitt hendingaríkt ár í altjóða høpi. Eisini fyri Føroyar hevur stórur dentur verður lagdur á altjóða viðurskifti. M.a. sær tað út til at lagt verður eftir EFTA limaskapi. Samstarvið við ES verður víðka, har vit er vorðin partur euromed skipanini um samsavnan av uppruna, og vit hava fingið ein víttfevndan sáttmála við Ísland. Men stórir al­tjóða politiskir fundir, við týdn­ingi fyri Føroyar, hava ikki havt politiska umboðan. Serliga tveir mugu metast sum sera týdningarmiklir, men sum føroyska poliska skipanin ikki raðfestir, tað er WTO fundurin sum nú er í Hong Kong, og so stóri 60 ára fundurin hjá ST í heyst. Altjóðagerð er í stóran mun at knýta sambond, og tá eru slíkir fundir av altórum týdningi.
Breiðar semjur
Tað sum áliggur samgonguni nú, er at ansa eftir at and­støðan eisini verður tik­in við í arbeiðið. M.a. núverandi Løgmaður kritiseraði í and­støðu at alt arbeiði við Hvítu Bók ikki tók andstøðuna við. Tað sær higartil út til at verða størsti veikleikin hjá núverðandi samgongu, at andstøðan ikki verður tikin við í nóg stóran mun, og tað er alneyðugt, tá talan er um eina ætlan, sum fevnir um meira enn eitt valskeið.