3. til 4. oktober verður ein alheims leiðararáðstevna, nevnd Global Leadership Summit 2008 í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Á stevnuni, sum er felagskirkjulig, verða sjey undirvísingartímar.
Hetta eru teir somu tímar, ið verða nýttir í teimum umleið 165 býunum, har ráðstevnan verður hildin.
Upptøkurnar verða gjørdar á eini ráðstevnu í Chicago í hesum mánaðinum, og verða tær síðani sendar runt heimin.
Á hesi alheims ráðstevnan fáa luttakararnir ymisk amboð, sum kunnu hjálpa til at menna samkomuna ella kirkjulið.