Nógvir føroyingar velja at fara til Spania, og Spania er eisini eitt gott land at ferðast í. Tey flestu velja tó at fara til býirnar úti við strendurnar, men Spania er so nógv meiri enn tað.
Eitt av mest kendu støðunum í Spania er Alhambra, sum liggur í Granada í Suðurspania. Alhambra er eitt elligamalt slot, sum bleiv bygt av maurunum í 15. øld. Alhambra var í hesum døgum kongsborgin hjá mauriska konginum, men í dag er slottið serliga kent fyri sín vakra urtagarð.
Tey vitjandi kunnu ganga runt og hyggja at vakra slottinum uttan ferðaleiðara, tí til ber at leiga oyratelefonir, har tey fáa allar upplýsingar til vega.
Fleiri gartnarar arbeiða annars dagliga fyri at halda vøkru trøini, blómurnar og runnarnar í stóra urtagarðinum við líka, og um tær dámar gamlan byggistíl ella vakrar urtagarðar, so er Alhambra júst staðið fyri teg.