Alhalgannadagur verður hóast fólkatingsval

Hóast fólkatingsval er skrivað út at vera allahalganna dag, sum í Føroyum er minningardagur teirra sjólætnu, so verður dagurin ikki fluttur.

 

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur. Hann heldur tað ikki vera rætt at útseta ein slíkan minningardag. Men hann heldur, at gudstænasturnar í Havnar kirkju og í Christianskirkjuni í Klaksvík skulu flytast.

– Vit tosað um hetta í dag, dómprósturin, sum um situr málið, og eg. Og vit halda, at tað ber væl til at halda minningardagin og fólkatingsvalið sama dag. Vit hava hátíðarhaldið sum vant á Vinnuháskúlunum og í Viðarlundini í Havn – og so halda vit gudstænasturnar fyrr um dagin, einaferð seinnapartin, so fólk kunnu koma til hús aftur og seta seg framman fyri skíggjan í frið og náðum og fylgja valinum, sigur Jógvan Fríðriksson.

Hóast Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, kundu valt týsdagin 25. oktober, ið er fyrsti møguleikin at halda fólkatingsval, so valdi hon dagin eina viku seinni, tí at í næstu viku er heystfrí, sum ikki skal órógvast a valinum.

Fyrr var vanligt, at fólkatingsval í Føroyum var hildið nakrar dagar seinni enn í Danmark. Sum skilst hevur Ríkisumboðið í Føroyum møguleika at útseta valið, og Lene Moyell Johansen sigur við in.fo, at hon er við at kanna málið.

Men tað verður helst ikki neyðugt, um Fólkakirkjan heldur, at bæði valið og minningardagur teirra sjólætnu kunnu haldast sama dag.

 

##med2##

 

 

Gudstænastur eru í Havnar kirkju og í Christianskirkjuni minningardag teirra sjólæntu. Biskupur metir, at gudstænasturnar kunnu flytast fram til einaferð seinnapartin, nú fólkatingsval er skrivað út til hendan dagin.