Tað eydnaðist Algeria at vinna 1-0 á Egyptalandi, tá londini bæði í gjárkvøldið spældu umdyst um at sleppa við til HM-endaspælið í Suðurafrika komandi summar. Tað var verjuspælarin, Antar Yahia, ið skoraði sigursmálið fimm minuttir fyri hálvleik, og hóast Egyptaland trýsti restina av dystinum, vendist ikki aftur. Hetta er triðju ferð, at Algeria er við í einum HM-endaspæli; fyrru ferðirnar var í 1982 og 1986.