Alfred varðveitir helst formanssessin

Stutt fyri jól boðaði Alfred Olsen frá, at hann tók seg úr samgonguni, men hóast hann vendir samgonguni bakið, varðveitir hann helst formanssessin í rættarnevndini. Javnaðarflokkurin vil einki gera við málið, men tinglimir siga seg merkja, at val nærkast

POLITIKKUR

 
Formanssessurin í Løgtingsins rættarnevnd verður helst mannað av tinglimi uttan fyri samgonguna.
Eftir at formaður í rættarnevndini, Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum, stutt fyri jól tók tey flestu á bóli og boðaði frá, at hann tók seg úr samgonguni, av tí at hon var við til at broyta § 266b í revsilógini, er líkt til, at hetta ikki fær nakrar avleiðingar fyri hann og hansara nevndarsessir í Løgtinginum.
Sjálvur var Alfred Olsen sera fámæltur, tá Sosialurin ringdi til hansara um støðuna fyrrapartin.
- Har er einki nýtt, segði Alfred Olsen og legði afturat, at hann og flokkurin hevði hildið jólafrið, sum hann málbar seg.
Formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, segði fyri jól, at hann visti av avgerðini hjá Alfred Olsen, og at støðan hjá honum ongar avleiðingar fær fyri Alfred Olsen í flokkinum.
Kaj Leo Johannesen metti heldur ikki, at hetta kundi samanberast við málið, tá Heðin Mortensen á sinni skifti støðu eftir at hava skrivað undir eitt skjal við aðrar flokkar og bleiv borgarstjóri í Havn, eftir at hava meldað seg inn í Javnaðarflokkin.
- Her hevur eingin gjørt nakað skeivt, og øll hava fylgt spælireglunum, segði Kaj Leo Johannesen um útmeldingina hjá Alfred Olsen. Formaðurin segði seg vænta, at hann og Alfred Olsen fóru at stinga høvdini saman eftir eina sera buldrasliga politiska viku, har fíggjarlógin hevði kravt sítt.
- Hetta er ein ókendur problemstillingur, segði Kaj Leo Johannesen, og helt, at hetta kanska kann brúkast sum fordømi, um aðrir flokkar koma í líknandi støðu í framtíðini. Hann vísti heldur ikki aftur, at tey í flokkinum møguliga fara at viðgera, um tey sonevndu ”etisku málini” skulu handfarast á sama framyvir sum tey verða nú.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Javnaðarflokkurin ger einki við málið
 
Umframt at vera formaður í rættarnevndini er Alfred Olsen eisini limur í vinnunevndini og Útnorðurráðnum. Tí er tað eitt sindur av eini politiskari kabalu, sum skal ganga upp, um nevndarsessirnir skulu býtast av nýggjum. Hetta er nevniliga ikki ein spurningur um løgfrøði, men um politikk, og Sosialurin skilir, at enn er ikki líkt til, at politisk ynski eru um, at formanssessurin í rættarnevndini skal aftur í samgonguna.
- Vit hava býtt sessir millum flokkarnar, og um tað ikki rykkir balansuna annars, er málið ikki akutt, so Sambandsflokkurin eigur tann sessin, sigur Kristian Magnussen, sum er formaður í tingbólki Javnaðarfloksins og harvið partur av parlamentariska grundarlagnum hjá samgonguni. Hann metir tó ikki, at sessurin er endaður í andstøðuni, tí sum hann málber seg, so hevur hann einki hoyrt um, at Alfred Olsen hevur meldað seg upp í andstøðuna.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Val í eygsjón
Spurdur, um líkt er til at tann sonevnda “breiða semjan”, sum var yvirskriftin í samgonguskjaloinum hjá núverandi samgongu, nú er farin at tódna, sigur Kristian Magnussen, at tað altíð er ein vandi, tá ein samgonga telur fleiri enn 17, at summi spæla fríspæl, sum hann tekur til.
Hann vísir á, at í summum málum hava einstakir tingmenn valt at taka eina støðu, sum hevur vikið frá tí hjá samgonguni, og tí heldur hann, at hetta er mál, sum Sambandsflokkurin eigur.
Kristian Magnussen sigur, at tað er ikki á hvørjum degi, at mál sum tað um § 266b, eru frammi, og hann heldur seg eisini merkja á tingfólki, at val skal verða um umleið eitt ár.
Kristian Magnussen er altso ikki eins avgjørdur og partamaðurin hjá honum, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum í Sosialinum í seinastu viku kallaði avgerðina hjá Alfred Olsen “langt úti”.
 
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Margháttligt mál
 
Spurningurin, sum stendur eftir, er, um Alfred Olsen enn er parlamentariskt grundarlag hjá samgonguni, tvs. at hann enn fer at stuðla samgonguni við sínari atkvøðu.
Kári P. Højgaard, formaður Sjálvstýrisfloksins, sigur, at hann á ongan hátt vil identifiserast við samgonguna, hóast hann er í valbólki við samgonguni. Men hann sigur kortini, at hann illa dugir at ímynda sær, at samgongan kann liva við einum formanni í rættarnevndini, sum ikki er í samgonguni.
- Eg dugi illa at síggja, at vit hava eina samgongu í dag, sigur Kári P. Højgaard og sipar til, at hann sjálvur vil sleppa úr formanssessinum í landsstýrismálanevndini, at orðavalið undir fíggjarlógarviðgerðini mangan bonskt og hart, og at rættarnenvndarformaðurin nú fer úr samgonguni.
- Hetta er eitt sera margáttligt mál, sum man vera eindømi, sigur Kári P. Højgaard, sum sigur seg, at hann betur hevði skilt støðuna hjá Alfred Olsen, um hann tók seg úr Sambandsflokkinum, tí har atkvøddu 5 av 7 tinglimum fyri broytingum í §266b.
Eftir er tó greitt, at formaður Sambandsfloksins hevur sagt seg virða støðuna hjá Alfred Olsen, og tí fær tað helst ongar avleiðingar fyri Alfred Olsen, at hann hevur tikið seg úr samgonguni, sum nú hevur 20 fólk í tinginum.
Tann breiða semjan er tí kanska ikki so breið, sum hon var fáar dagar fyri jól.