Alfred vónbrotin

- Sum tað sær út í løtuni, so óttist eg at privata ætlanin við Skálafjarðartunnlinum er rokin.

Tað sigur Alfred Olsen, formaður í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum, eftir kunnandi fundin í løgtinginum fyrrapartin.

Alfred Olsen hevur í mong ár verið íðin forsprákari fyri privatu tunnilsloysnini.

- Vit hava fingið at vita, at privata felagið, ið skal standa fyri fíggingini av tunnlinum, umhugsar at trekkja seg úr ætlanini. Harvið dettur alt á gólvið, sigur Alfred Olsen.

- Øll inni í Eysturoynni ynskja henda tunnilin, og tí er tað sera harmiligt, at politiskar útmeldingar og órógvandi umrøða í miðlunum kann forpurra ætlanini, sigur Alfred Olsen.

So seint sum fyrrapartin bað Bárður Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum og tinglimur fyri Sambandsflokkin, landsstýrismannin í innlendismálum um at steðga á.

- Eg havi ikki tosað við Bárð Nielsen, og veit tí ikki, hví hann er komin við hasi útmeldingini, sigur ein vónbrotin Alfred Olsen.

Hoyr samrøðu við Alfred Olsen her: