Alfred Olsen tók ósigurin virðiliga á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum fríggjakvøldið, sum varð hildin í bygdarhúsinum í Hósvík.
Jóhan Dahl vann greitt við 29 atkvøðum móti 17 til Alfred.
Alfred Olsen ynskti Jóhan góða eydnu framyvir, og tók ósigurin virðiliga.
Sosialurin spurdi Alfred Olsen eftir fundin, um hann heldur, at Sambandsflokkurin revsar hann fyri, at hann hevur tikið stuðulin til samgonguna aftur.
- Eg vóni ikki, at tað er støðan, men eg kann einans ásanna, at mítt støðufesti í samband við €266b málið hevur kostað í dag, sigur Alfred.
Alfred ætlar sær tó ikki at taka seg úr flokkinum, tí at hann metir framvegis, at tað er pláss fyri honum.
- Tað kostar at standa fast við sítt, og tað má eg bara ásanna. Eg haldi, at tað er pláss fyri mær í Sambandsflokkinum. Eg standa fyri stevniskránni hjá Sambandsflokkinum, sum eisini sigur, at flokkurin vil føra politikk bygdan á kristna grundarlagið. Hesum standi eg inn fyri, sigur Alfred Olsen at enda.